Forsíða

Virkið

Weltmeister

Bugari

Ymist

Slóðir

Tónaforlagið

 

Tónaforlagið.

      Tað upprunaliga 'Tónaforlagið' varð stovnað í Havn í 1993 og hevði til endamáls at geva 'Grønu Sangbók' út. Virkið lá stilt í nøkur ár, men varð endurstovnað í 2006 sum ein óheftur partur av Simme Musikkhúsi fyri m.a. at taka sær av sølu og service av harmonikum, tí trongligt er í handlinum, og tiltakið ger ta lagaligari og væl bíligari at selja harmonikur. Vit hava tí eisini teir lægstu prísirnar uppá harmonikur í øllum norðurlondum.

       Haraftrat eigur virkið rættindini til útgávu av Grønu Sangbók og fløguna 'Rasmus í Gørðum'.

       Felagið hevur fleiri ætlanir fyri framman.

       Eigari av Tónaforlagnum er 'Simme', Simme Arge Jacobsen, sí mynd.

         Hevur tú spurningar um okkurt viðvíkjandi harmonikum, ella kanska okkurt annað um musikk, ert tú vælkomin at ringja 216087 ella maila  simme@simme.eu  -  eg veit eitt og annað um hesi evni.

 

 

 

Tónaforlagið - Bókbindaragøta 8A - Tlf. 216087 - simme@simme.eu